Boða frá skaða á títt akfar
Tryggingarskaðar
Hevur tú fingið skaða á bilin, so koyr hann á verkstaðið hjá okkum. Her er hann í tryggum hondum.
Vit hjálpa tær eisini við skaðafráboðanini til tryggingarfelagið og bjóða tær ein leigubil fyri ein sámuligan kostnað, meðan tín bilur er til umvæling.
Vit umvæla allar skaðar og samstarva við bæði Betri Trygging og P/F Trygd.
Skaðasýn
Umframt at umvæla skaðar hava vit eisini skaðasýn á verkstaðið okkara.
Skaðasýn fyri Betri Trygging verður framt týsdag og hósdag.
Skaðasýn fyri P/F Trygd verður framt týsdag og hósdag.


Fráboða skaða á títt akfar
Eru tveir ella fleiri partar í málinum og frágreiðingarnar ikki samsvara, tilskila vit okkum rætt til at senda avrit av frágreiðingini til mótpartin/partarnar í málinum.